top of page

um okkum.

RIVA er føroya fyrsta dansivirki fyri yrkisdansarar.

Endamálið við RIVA er at skapa nakrar virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar í Føroyum, at menna dansiumhvørvið og dansilistina í Føroyum, og soleiðis stigvíst lyfta dansistøðið í Føroyum upp á eitt altjóða yrkisstøði. Harafturat síggja vit tað sum okkara ábyrgd at útbreiðsla meira og betri kunnleika um yrkisdans og dansilist sum heild og gera dans til eina møguliga yrkisleið fyri komandi ættarlið.. 

 

Tað er av alstórum týdningi fyri okkum í RIVA, at yrkisdansur fær somu viðurkenning, eins og aðrar listagreinar í Føroyum, samstundis sum at dansurin gerst meira atkomuligur og viðkomandi fyri almenna føroyingin, bæði sum áskoðari og luttakari. Vit vilja menna dansiumhvørvið í Føroyum, fáa dans útbreiddan til almenna føroyingin og skapa ein felagsskap, ið rúmar øllum dansiáhugaðum føroyingum.

RIVA hevur fingið upp í lag fleiri samstørv við onnur norðurlendsk og altjóða dansilistafólk, við tí fyri eyga at læra, samstarva og fáa vitan, ið er við til støðugt at menna dansilistina í Føroyum.

 

Umframt at víðarimenna okkara núverandi norðurlendsku samstørv, leggja vit eisini dent á at samstarvast tvørlistarliga í okkara verkætlanum, at saman við øðrum føroyskum listafólkum finna hættir at skapa nýggj verk í felag og soleiðis styrkja listarliga samfelagið og samstarvsmøguleikarnar innanhýsis í Føroyum.

Stuðlað RIVA hava: Nordisk Kulturkontakt, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið, Loftbrúgv, Føroya Fólkaháskúli, Runavíkar Kommuna, Tórshavnar Kommuna og Atlantic Airways.

319976509_607644541362370_32874915248400

toymið.

Rúna Volmarsóttir og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen settu sær í oktober 2019 fyri, at seta á stovn eitt serføroyskt dansivirki, til tess at savna saman okkara føroysku yrkisdansarar og geva teimum fleiri arbeiðsmøguleikar bæði í Føroyum og uttanlanda.

 

Aftaná fyrsta tilhaldið í august 2021, tók Vár Bech Árting undir við starvinum sum listaligur leiðari saman við Rannvá Guðrunardóttir Niclasen.

Riva_full_black.png

Rúna Volmarsdóttir

Stigtakari og framleiðsluráðgevi

Riva_outlined.png

Katya R. D. Nielsen

Ráðgevi

bottom of page