top of page

HØVUÐSPERSÓNURIN

Ein dansisýning hjá RIVA í samstarvi við altjóða dansarar

Tað er ymiskt hvussu vit eru til her í verðini, hvat vit halda eyðkennir okkum og hvørjir tankar mala í okkara hugaheimi. Onkur av okkum dáma at halda okkum í bakgrundini, meðan onnur eru frambrúsandi og hava ein sokallaðan ‘main character energy’. Hóast okkara ymiskleikar hava vit tað til felags, at vit øll eru høvuðspersónurin í okkara egna lívi.

 

Høvuðspersónurin er ein dansiverkætlan, ið granskar menniskjans samleika, sum menniskja og sum einstaklingur, og teir ytru faktorar, ið spæla ein leiklut í menningini av okkara samleika. Hvørjir eru hesir og hvussu stóra ávirkan hava hesir ytru faktorar á okkum?

Nýtt norðurlendskt dansilistaverk

Hugskotið handan verkætlanina eiga Rannvá Guðrunadóttir Niclasen (RIVA) og Elias Bäckebjörk (NO).

Verkætlanin var bæði til frama fyri listaliga menning og virksemi hjá luttakandi dansilistafólkunum, umframt at stuðla upp undir visjónini hjá RIVA: at byggja og víðarimenna norðurlendsk samstørv, umframt at gera samtíðardans meira atkomuligan fyri almenna føroyingin - herundir eisini børn og ung. Hetta er alt við til at styrkja okkara listaliga virksemi og víðka um umboðanina av yrkisdansi í Føroyum, umframt at kveikja áhuga fyri og luttøku í samtíðardansi fyri komandi ættarlið.

Verkið er bygt upp kring tríggjar høvuðsleiklutir. Høvuðspersónurin, Flokkurin og Ljósperan.

Høvuðspersónurin (The Main Character)

Verkið ber fram ein heim, har Høvuðspersónurin leiðir áskoðararnar inn í sín veruleika, ið skiftir millum tað komiska, tað surrealistiska, tað syrgiliga, tað álvarsama og tað púra gemena. Høvuðspersónurin ímyndar einstaklingin, hvussu vit síggja okkum sjálvi og hvussu vit læra at navigera okkum í verðini vit liva í og hvønn leiklut vit halda okkum hava í heiminum. Høvuðspersónurin ímyndar ikki einans veruligar persónar. Hann er ein ímynd, eitt tól, ið viðgerð minnir, sannføringar og meiningar, ið samansjóða og sundurskilja. Høvuðspersónurin kann rúma sjónarmið hjá uppspunnum persónum, einstaklingum og einum samfelagi sum heild.

 

Ljósperan (og heimurin hjá Høvuðspersóninum)

Heimurin hjá Høvuðspersóninum er alsamt skiftandi. Meðan Høvuðspersónurin er á palli, broytist pallmyndin støðugt. Hetta m.a. gjøgnum ljós- og ljóðmyndir, kropsligar rørslumyndir og skiftandi palllutir, ið eru við til at lýsa veruleikan hjá Høvuðspersóninum í livandi myndum.

Sum áður nevnt, spælir áskoðarafjøldini ein týdningarmiklan leiklut í frasøgnini um og menningini av veruleikanum hjá Høvuðspersóninum. Men hendan ávirkan kann henda bæði tilvitað og ótilvitað.

 

Flokkurin (The Hive Mind)

Flokkurin er ein felags tilvitska, ið kann spæla leiklutin sum frásøgufólk, men eisini sum mótstøðufólk hjá Høvuðspersóninum. Flokkurin kann koma til sjóndar bæði gjøgnum teir útinnandi dansararnar á pallinum, men eisini gjøgnum áskoðarafjøldina, ið tekur avgerðir, ið hava beinleiðis avleiðingar fyri Høvuðspersónin. 

Skapanartilgongd

Høvuðsendamálið við verkætlanini varð at seta hol á eina koreografiska rannsókn og gagnnýta møguleikan at hava 7 yrkisdansarar innan samtíðadans savnaðar í Føroyum yvir eitt longri tíðarskeið. Toymið arbeiddi samanlagt í 5 vikur deilt upp í tvey arbeiðsskeið í februar-mai.

Í fyrsta arbeiðsskeiði varð arbeitt við at finna eitt felags stev fyri toymið og granska hugskot og byrja at spæla við at skapa koreografiskt tilfar.

Í næsta arbeiðsskeiði varð miðvíst arbeitt við at pallseta tilfarið og, so tað varð klárt at sýna 9. og 10 apríl.

Tilsamans vóru tríggjar sýningar: ein skúlasýning 9. apríl og tvær almennar kvøldarsýningar, annaðhvørt 9. og 10. apríl.

Til fyrstu sýningina komu Sjúrður Tróndheim og Rannvá Glerfoss at gera ljóðupptøkur av samrøðum tey høvdu við áskoðarar, meðan tey bíðaðu at sleppa inn at síggja verkið. Spurningarnir tey fingu snúðu seg m.a. um hvussu tey lýstu seg sjálvi og teirra persónliga samleika og upplivingar, í tráð við tematikkin í Høvuðspersóninum. Hesar upptøkurnar blivu síðani kliptar inn í ljóðmyndina, soleiðis at áskoðararnir brádliga hoyrdu seg sjálvar og sostatt gjørdust ein partur av sýningini.

Børn og ung sum kveikingarevnið

Harafturat hava vit í skapanartilgongdini fingið íblástur og hjálp frá næmingum á dansi- og rørslubreytini á Nám X. Ein gevandi og lærirík tilgongd fyri allar partar. Næmingarnir luttóku til úrvaldar venjingar til Høvuðspersónin, 1-2 ferð um vikuna, har tey fingu høvi at uppliva hvussu ein skapanartilgongd av samtíðardansi kann fara fram. Hetta fevndi um m.a. dansiverkstovur, har arbeitt varð bæði við teknikkum og einari meira fysiskari tilgongd, umframt at hugsa kreativt og verða við til at skapa tilfar sjálvi, útfrá ymsum sjálvstøðugum uppgávum tey fingu. Ein serstøk uppgáva, ið kann nevnast, er m.a. at næmingarnir fingu til uppgávu at skriva niður nakrar setningar, ið lýstu tey sum høvuðspersónin í teirra lívi. Hesir tekstirnir vóru síðani blandaðir og samansettir ymiskt, og síðani varð arbeitt við at skapa rørslumyndir útfrá setningunum í felag. Hesir setningar, umframt sumt av tilfarinum, ið Nám X næmingarnir vóru við til at menna, varð eisini nýtt til endaligu framsýningina.

​​

Sýningar í Norðurlandahúsinum

9. mai

10:30 (Skúlasýning)

19:00 (Almenn)

10. mai

17:00 (eykasýning - almenn)

Toymið

Hugskot og konseptmenning

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Elias Bäckebjörk (NO)

 

Koreografi og framførsla

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Elias Bäckebjörk (NO)

Vár Bech Árting (FO)

Búi Rouch (FO)

Torill Kolsrud (NO)

Elias Kraft (SE)

Johannes Blattner (DE)

Ljós:

Villiam Soo Joensen


Ljóð:

Sjúrður Tróndheim

við hjálp frá Rannvá Glerfoss

Samplaður tónleikur:
KVF og Unboxing eftir Tjant
Ex nihilo eftir Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Marknaðarførslumyndir:

Erla Ziskasen


Myndir av sýningini:

Tordis Vang Guttesen


Videoupptøkur:

Rani Joensen

Fyriskiparar og framleiðsla

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Vár Bech Árting (FO)

 

Samframleiðsla

Norðurlandahúsið (FO)

Takk til Dansifrøi og Tjóðpall Føroya

fyri at veita okkum hølir at útinna okkara arbeiði.

 

Takk til okkara stuðlar:

FO funds (Mentanargrunnur Landsins, Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways)
nordic funds (Nordic Culture Fund, Nordic Council of Ministers, Nordic-Baltic Mobility Programme for Culture)

© 2021/ RIVA.

bottom of page