top of page

verkætlanir

RIVA_kanskaeinbygd_EXPORT_AKHC 5 cropped 2.jpg

Kansa ein bygd

eitt poetiskt pallverk

Kanska ein bygd er komandi heildarverk hjá RIVA, ið samantvinnar dansi- og ritlist, og viðger, hvat tað er at minnast farnar relatiónir umvegis frásagnir um fólk, ið eru deyð.

Riva_Minnisbrot_Sýning_AKHC 109.jpg

MINNISBROT

Minnir, goymd ella gloymd, seta seg í kroppin og leggja spor eftir seg. Eins og vit sjálvi broytast likamliga, broytast okkara minnir við okkum. Minnir kunnu ímynda eina farna tíð, eitt stað, ein persón ella eina hending. At minnast aftur á góðar løtur; at royna at fáa skil á burturgloymdar hendingar í einum rúsi; at vilja halda fast í minninum ella royna at renna frá tí.

ein tvísýning

Riva_Minnisbrot_Sýning_AKHC 20.jpg

tveyeini

Tveyeini er eitt nýtt verk, ið viðgerð evnini longsul, tráan og nærveru.

Ein duett koreograferað og framførd av Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting.

Riva_Myndir_Juli_AKHC_114.jpg

hvør á kroppin á øðrum

HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM vóru tvey tiltøk, ið heiðraðu dans sum listagrein. Báðar sýningar vóru samansettar av longri og styttri verkum. Yrkisdansarar umboðaðu ávikavist Grov Productions (NO), RIVA Faroese Dance Company (FO) og DansiEksperimentið (FO) 

arty.00_03_00_02.Still003.jpg

Hårgadansen

8.-19. juni 2022 skipaði RIVA fyri nýggjum dansitilhaldi í Styggbo, Svøríki, í víðari samstarv við Ehrstrand Dance Collective og Viksjöforsbaletten.

Arbeitt var við fýra verkum, ið øll tóku útgangstøði í svensku søgnuni Hårgasagnen og sum síðani vóru sýnd á uttandura pallinum hjá Viksjöforsbaletten. 

RIVA_02_04.08.2021_10.jpg

risin og kellingin

Fyrsta verkætlan og dansitilhald hjá RIVA var 1.-14. august 2021, ið samansjóðaði føroyskar og útlendskar yrkisdansarar. Trý nýggj verk spurdust burturúr tilhaldinum og vóru hesi sýnd í Løkshøll, Runavík. Eisini vóru tveir dansifilmar framleiddir, í samstarv við RAMMATIK. Tilhaldið nýtti søgnina handan stakkarnar “Risin og Kellingin” sum íblástur til skapandi menningartilgongdina. 

bottom of page