top of page

MINNISBROT

Tvær dansiframførslur eftir RIVA

Minnir, goymd ella gloymd, seta seg í kroppin og leggja spor eftir seg. Eins og vit sjálvi broytast likamliga, broytast okkara minnir við okkum. Minnir kunnu ímynda eina farna tíð, eitt stað, ein persón ella eina hending. At minnast aftur á góðar løtur; at royna at fáa skil á burturgloymdar hendingar í einum rúsi; at vilja halda fast í minninum ella royna at renna frá tí.

 

Føroyska dansivirkið RIVA skipar fyri einari tvørlistaligari tvísýning við heitinum MINNISBROT, ið samantvinnar dansi- og ritlist. Sýningin er samansett av tveimum duettum: ‘tveyeini’ eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og ‘Minni: neglir klóra rygg’ eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch.

 

Reyði tráðurin er sambandið millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum, og viðgerð evnini longsul, tráan og nærveru. Tvísýningin er ein ferð gjøgnum ymisk minnisbrot, bæði egin og fortald, í einari roynd at likamliggera og endurtulka tey ígjøgnum rørslur.

tveyeini

Tveir kroppar renna saman í rørslu á eini ferð gjøgnum minnisbrot. Gjøgnum eitt mótspæl millum gerandisligan kropsburð,  óítøkiligar og  útinnandi rørslumyndir, verður veruleikin skeiklaður og ein nýggjur alheimur skapast, ið speglar tað menniskjaliga og kensluliga litbrotið, ið evnini viðgera. Ljóðmyndin er grundað á nýggju útgávuna hjá tónleikabólkinum Klingra: “...eftir”.

Riva_Minnisbrot_Sýning_AKHC 4.jpg

Minni: neglir klóra rygg

Verkið leggur fram eitt minnislendi, ein samanstoyt av yrkingum og rørslum um kvira (queer) tráan. Umvegis seks minnir um nærleika, kropsligt samband  og kynsligan ágang skiftast orð og rørslur um at viðgera minnini á ymsar hættir, og kanna soleiðis um tað ber til at nærkast hesum minnunum umvegis kropstilfar og framsøgn.

Riva_Minnisbrot_Sýning_AKHC 71.jpg

tveyeini

Koreografi og framførsla: Vár B. Árting og Rannvá G. Niclasen

Tónleikur: Klingra

Ljóðbland: Vár B. Árting og Rannvá G. Niclasen

Búnar: Vár B. Árting og Rannvá G. Niclasen

Minni: neglir klóra rygg

Framførsla: Búi Rouch and Beinir Bergsson

Koreografi: Búi Rouch

Tekstur: Beinir Bergsson

Tónleikur og ljóðmynd: Sjúrður Tróndheim

Annar tónleikur: I am an Animal eftir Gorovich & About a Forest eftir Lauri Lest

Búnar: Guðrun & Guðrun

 

Framleiðsla: Vár B. Árting and Rannvá G. Niclasen

Ljóssnið: Villiam Soo Joensen

Pallsnið: Vár B. Árting and Rannvá G. Niclasen

Pallsmíð: Anngrím Árting and Jørgin B. Árting

Myndatøka: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Takk til Norðurlandahúsið, Dansifrøi, Løkshøll, Dansverkstæðið og Havnar Fimleikafelag

Stuðlað verkætlanini hava Mentanargrunnur Landsins, Almanna- og Mentamálaráðið, Nordisk Kulturfond og Listaflog

bottom of page