
Rýtmugrafi
Eitt pallverk hjá RIVA í samstarvi við Føroyska Slagverks Ensemble
29. og 30. novembur 2025 í Norðurlandahúsinum

Rýtman. Hon týðiligger kensluna av tíð og fyribrigdum sum koma og fara í einum rensli og merkjast á egnum kroppi, men kunnu verða torfør at seta orð á. Hon rørir við okkara kollektiva minni og setir okkum í samband við aðrar rýtmur í tilveruni: hjartaslátturin, døgnið, árstíðirnar, árið, ið fór, lívsins gongd. Rýtma er bæði poetisk og rørandi og kann vekja sterkar kenslur og hugløg og skapa upphevjað sinnisrúm, har vit eina stokkuta løtu gloyma okkum sjálv burtur - um vit tora at sleppa takinum.
​
Verkið Rýtmugrafi er eitt listaligt samstarv millum føroyska dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensemble. Verkætlanin hevur til endamáls at granska samanspælið millum rørslu og rýtmu sum javnsettar listaligir miðlar í einum pallverki.
Vit ynskja at spæla við ta nærveru og dýpd, ið bert kann skapast við livandi framførslum - at skapa ein felags puls. Ein felags puls hjá bæði tónleikarum, dansarum og áskoðarum. Sostatt verður pulsurin í rúminum við til at skapa eitt sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í.
​
Toymið
Koreografi og dansiframførsla: Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Tónleikarar: Ári Berghamar Danielsen, Rúni K. Mouritsen, Jan Rúni Poulsen og Helena S. Lamhauge
Kompositión: Rúni K. Mouritsen
Ljóðmynd: Jan Rúni Poulsen
Búnar: Maibritt Marjunardóttir
Pallsmíð: Bjørn Ulvedal Simonsen
Ljós: Villiam Soo Joensen
Samskiparar: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Bech Árting og Ári Berghamar Danielsen
Lýsingarmyndir: Tróndur Dalsgarð
Samframleiðsla: Norðurlandahúsið í Føroyum
​
Stuðlað hava: Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Listaflog, Mentanargrunnur Landsins.
Takk til: Dansifrøi, Føroya Symfoniorkestur, Tórshavnar Musikkskúla, Norðurlandahúsið, Føroya Fólkaháskúla og The North Atlantic Islands Dance Network.