top of page
Riva_Minnisbrot_Sýning_AKHC 44.jpg

MINNISBROT

tvær dansiframførslur eftir RIVA.

sýning í Varpinum tann 4. apríl 2024.

um RIVA

RIVA er føroya fyrsta dansivirki fyri yrkisdansarar.

Endamálið við RIVA er at skapa nakrar virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar í Føroyum, at menna dansiumhvørvið og dansilistina í Føroyum, og soleiðis stigvíst lyfta dansistøðið í Føroyum upp á eitt altjóða yrkisstøði. Harafturat síggja vit tað sum okkara ábyrgd at útbreiðsla meira og betri kunnleika um yrkisdans og dansilist sum heild og gera dans til eina møguliga yrkisleið fyri komandi ættarlið.. 

 

Tað er av alstórum týdningi fyri okkum í RIVA, at yrkisdansur fær somu viðurkenning, eins og aðrar listagreinar í Føroyum, samstundis sum at dansurin gerst meira atkomuligur og viðkomandi fyri almenna føroyingin, bæði sum áskoðari og luttakari. Vit vilja menna dansiumhvørvið í Føroyum, fáa dans útbreiddan til almenna føroyingin og skapa ein felagsskap, ið rúmar øllum dansiáhugaðum føroyingum.

RIVA hevur fingið upp í lag fleiri samstørv við onnur norðurlendsk og altjóða dansilistafólk, við tí fyri eyga at læra, samstarva og fáa vitan, ið er við til støðugt at menna dansilistina í Føroyum.

 

Umframt at víðarimenna okkara núverandi norðurlendsku samstørv, leggja vit eisini dent á at samstarvast tvørlistarliga í okkara verkætlanum, at saman við øðrum føroyskum listafólkum finna hættir at skapa nýggj verk í felag og soleiðis styrkja listarliga samfelagið og samstarvsmøguleikarnar innanhýsis í Føroyum.

Stuðlað RIVA hava: Nordisk Kulturkontakt, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið, Loftbrúgv, Føroya Fólkaháskúli, Runavíkar Kommuna, Tórshavnar Kommuna og Atlantic Airways.

Riva_Minnisbrot_Sýning_AKHC 7.jpg

kjarnutoymið

Í 2019 settu Rúna Volmarsóttir og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen sær fyri, at seta á stovn fyrsta føroyska yrkisdansivirkið, til tess at savna saman føroyskar yrkisdansarar og skapa fleiri arbeiðsmøguleikar bæði í Føroyum og uttanlanda, umframt at menna føroyska dansilist. Í 2021 varð RIVA alment sett á stovn, í samband við fyrsta dansitilhaldið Risin og Kellingin.

 

Í 2021 tók Vár Bech Árting undir við starvinum sum listaligur leiðari saman við Rannvá Guðrunardóttir Niclasen. Búi Rouch hevur síðani 2021 verið fastur samstarvsfelagi, dansari og koreografur í RIVA.

Riva_outlined.png

rivan

Hugskotið handan heitið “RIVA”, kom frá okkara hugsjón um at, umvegis rørslur og koreografi, siga frá søgum við føroyskum bakstøði - at hvørt verk er ein riva fyri áskoðaran at kaga inn ígjøgnum og uppliva føroyska søgu, list og mentan á ein serstakan hátt.

bottom of page