top of page

hårgadansen

dansitilhald í samstarv við Ehrstrand Dance Collective

arty.00_13_27_20.Still016.jpg

8.-19. juni 2022 skipaði RIVA fyri nýggjum dansitilhaldi í Styggbo, Svøríki, í víðari samstarvi við Ehrstrand Dance Collective og Viksjöforsbaletten. Dansitilhaldið byrjaði 8. juli og endaði við eini framførslu 19. juni á uttandura pallinum hjá Viksjöforsbaletten. Hetta tilhaldið nýtti søgnina handan stakkarnar “Risin og Kellingin” og svensku søgnina "Hårgadansen" sum íblástur til skapandi menningartilgongdina.

Julia Ehrstrand var gestakoreografur til fyrsta tilhaldið hjá RIVA í august og skuldi hon m.a. tulka søgnina handan Risan og Kellingina og burturúr tí gera eitt av teimum 3. nýggju dansiverkunum. Í tíðarskeiðnum tilhaldið stóð á, byrjaðu vit at finna ymsar hættir hvussu okkara samstarv kundi mennast, hvørjar ágóðar, ið vit kundu fáa hvør frá øðrum, og hvussu vit saman við Ehrstrand Dance Collective kundu víðarimenna og víðka um møguleikarnar hjá RIVA, m.a. at fara uttanlands við okkara verkætlan. Tískil varð okkara næsta tilhald hildið í Styggbo, Svøríki í víðari samstarvi við Julia Ehrstrand / Ehrstrand Dance Collective. Soleiðis kundu vit víðarimenna verkini sum spurdust burturúr okkara fyrsta tilhaldi í august, umframt at seta upp nýggj verk við útgangsstøði í svensku søgnini “Hårgadansen”.


“Tað er seint eitt leygarkvøld og allur ungdómur í Hårga er komin saman at dansa í smáttuni í bygdini. Brádliga steðgar tónleikurin og ein spælimaður kemur fram úr skuggunum. Hann hevur ein stóran, myrkan hatt á høvdinum og undir honum síggjast brennandi eygu. Spælimaðurin setur sína fiól undir høkuna og byrjar at spæla eitt lag, ið eingin av teimum áður hevði hoyrt. Ungdómarnir byrja alt fyri eitt aftur at dansa til henda nýggja tónleikin, men tá teir fyrst eru byrjaðir, kunnu teir ikki gevast aftur. Dansurin heldur fram alla náttina og í lýsingini byrjar spælimaðurin at fara úr smáttuni, við øllum ungdóminum dansandi á rað aftaná sær. Eingin fær steðga at dansa. Tónleikurin frá fiólini dregur føtur teirra við sær. Tá kirkjuklokkurnar byrjað at ringja inn til guðstænastu, hvørvur spælimaðurin og við honum tann dansandi ungdómurin. Ein genta lá eftir á dansigólvinum í smáttuni. Eingin hevði lurtað eftir henni, tá hon ávaraði um spælimannin, og eingin hevði varnast geitabukkafótin hann hevði á sær, tí tey vóru ov upptikin at dansa tann villasta dansin tey nakrantíð høvdu dansa.

arty.00_26_27_02.Still045.jpg

Søgnin heldur fram at spælimaðurin leiddi tey dansandi upp Hårgaberget har tey hildu fram at dansa til einans teirra beinagrind var eftir. Summi siga at ein enn kann síggja merkini frá ringdansinum á Hårgaberget, og um ein er nóg djarvur at fara út eina nátt, tá fullmáni er, kann tónleikurin hjá spælimanninum enn hoyrast.”

Gjøgnum samtíðardans sleppa vit at arbeiða við, og sýna fram, bæði kendar og ókendar norðurlendskar sagnir og søgur. Við at seta upp okkara næsta dansitilhald í Styggbo, Viksjöfors (Svøríki), kunnu vit framhaldandi menna RIVA og styrkja okkara norðurlendsku samstørv, arbeiða saman við listafólkum og øðrum luttakandi á staðnum í Svøríki, bjóða dansiverkstovur og sýningar í Svøríki eins og í Føroyum.

9 dansarar og koreografar vóru við í hesi verkætlan.

Toymið

Julia Ehrstrand (SE)

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Vár Bech Árting (FO)

Elias Bäckebjörk (NO)
Búi Rouch (FO)

Torill Kolsrud (NO)

Anja Neukomm (CH)

Aurélien Peillex (FR)

Sara Colomino (ES)

 

 

Ein serstøk tøkk til Svante Ulsson (SE) fyri at læra okkum dansifetini til Hårgadansen.

​Samstarvsfelagi og stuðul

Helena Ehrstrand (SE),Viksjöforsbaletten

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Mentanargrunnur Landsins

Loftbrúgv

Nordisk Kulturkontakt

bottom of page