tveyeini.
Tveyeini er eitt nýtt verk-í-gerð, ið viðgerð evnini longsul, tráan og nærveru. Ein ferð har tveir kroppar renna saman í rørslu og har alt óviðkomandi hvørvir.
Ein duett koreograferað og framførd av Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting.
Verkið dregur teg við sær inn í eina viðkvæma bløðru saman við dansarunum og eggjar áskoðaran til at hava álit á egið hugflog og kenslur, at á sín egna hátt tulka sambandið millum kropparnar og sjálvi finna fram til hvør søgan er teirra millum.
Partur av duettini verður sýnt til stuðulstiltak fyri Beran.
Íslendska Dansverkstæðið hevur veitt hølir til dansitilhald hjá RIVA 3.-14. apríl, og fara Vár og Rannvá til Reykjavíkar at víðarimenna tveyeini. Umframt at arbeiða uppá duettina, verður skipað fyri at RIVA hevur undirvísing fyri lokalum yrkisdansarum og enda vit dansitilhaldið við einari brellbitasýning av tveyeini, ið samstundis samansjóðar íslendska og føroyska dansiumhvørvið. Tilhaldi er stuððla av Nordisk Kulturfond.
Duettin fer eftir ætlan á ferðasýning sum partur av einari trýsýning í Føroyum á sumri 2023.
Nærri lýsing av verkætlanini kemur seinni...
