top of page

Kanska ein bygd

Eitt poetiskt pallverk 

2. og 3. novembur í Norðurlandahúsinum

Hvat var tað akkurát, sum leiddi tvey nærri ella burtur hvør frá øðrum? 

Hvønn kollveltandi leiklut kann ein gerandisløta hava? 

Hvørjar relatiónir vórðu nøktaðar og noktaðar?

 

Kanska ein bygd er komandi heildarverk hjá RIVA, ið samantvinnar dansi- og ritlist, og viðger, hvat tað er at minnast farnar relatiónir umvegis frásagnir um fólk, ið eru deyð.

 

Verkið er ein roynd at skapa eitt inniligt rúm, ið setir spurnartekin við hvørji vit eru saman við hvørjum øðrum og uttan hvønn annan. Tað er áhugin í teirri menniskjaligu tilveruni á einum heimspekiligum grundarlagi, ið drívir verkið. Umvegis gerandisligar og poetiskar tekstir og rørslur, verða løtumyndirnar og tær lekjandi rørslurnar millum menniskju, ið mynda farnar relatiónir, pallsettar.

 

​

Toymið:

Hugskot og listalig leiðsla: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen, Beinir Bergsson og Vár B. Árting

Koreografi og framførsla: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting

Tekstir: Beinir Bergsson

Ljós: Villiam Soo Joensen

Ljóð: Heðin Ziska Davidsen

Grafikkur og visuellur ráðgevi: Billa Jenný Jónleifsdóttir

Pallsmiður: Bjørn Ulvedal Simonsen

Myndir: Gwenaël Akira Carré Helmsdal

Framleiðsla: Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting

Samframleiðsla: Norðurlandahúsið og bydans.


Stuðlað verkætlanini hava Mentanargrunnur Landsins, Almanna- og Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Balslev og Gellan.

Serlig tøkk til Dansifrøi og Norðurlandahúsið, ið húsa arbeiðinum hjá RIVA.

bottom of page