top of page

Rýtmugrafi

Eitt pallverk hjá RIVA í samstarvi við Føroyska Slagverks Ensemble

29. og 30. novembur 2025 í Norðurlandahúsinum

Rýtman. Hon týðiligger kensluna av tíð og fyribrigdum sum koma og fara í einum rensli og merkjast á egnum kroppi, men kunnu verða torfør at seta orð á. Hon rørir við okkara kollektiva minni og setir okkum í samband við aðrar rýtmur í tilveruni: hjartaslátturin, døgnið, árstíðirnar, árið, ið fór, lívsins gongd. Rýtma er bæði poetisk og rørandi og kann vekja sterkar kenslur og hugløg og skapa upphevjað sinnisrúm, har vit eina stokkuta løtu gloyma okkum sjálv burtur - um vit tora at sleppa takinum.

Verkið Rýtmugrafi er eitt listaligt samstarv millum føroyska dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensemble. Verkætlanin hevur til endamáls at granska samanspælið millum rørslu og rýtmu sum javnsettar listaligir miðlar í einum pallverki.

 

Vit ynskja at spæla við ta nærveru og dýpd, ið bert kann skapast við livandi framførslum - at skapa ein felags puls. Ein felags puls hjá bæði tónleikarum, dansarum og áskoðarum. Sostatt verður pulsurin í rúminum við til at skapa eitt sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í.

 

Toymið

Koreografi og dansiframførsla: Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting

Tónleikarar: Ári Berghamar Danielsen, Rúni K. Mouritsen, Jan Rúni Poulsen og Helena S. Lamhauge

Kompositión: Rúni K. Mouritsen

Ljóðmynd: Jan Rúni Poulsen

Búnar: Maibritt Marjunardóttir

Semihjálp: Hananja Háberg

Pallsmíð: Bjørn Ulvedal Simonsen

Ljós: Villiam Soo Joensen

Ljóðtøkningur: Baldur Meitil

Samskiparar: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Bech Árting og Ári Berghamar Danielsen

Hjálparfólk: Mie Meyle

Lýsingarmyndir: Tróndur Dalsgarð

Samframleiðsla: Norðurlandahúsið í Føroyum

Stuðlað hava: Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Listaflog, Mentanargrunnur Landsins. 

 

Takk fyri at veita karmar til verkætlanina:  Dansifrøi, Føroya Symfoniorkestur, Tórshavnar Musikkskúla, Norðurlandahúsið, Føroya Fólkaháskúla og The North Atlantic Islands Dance Network.

Takk: Rúna Volmarsdóttir Højgaard, Diana J. Hansen, Dansieksperimentið, Kristina Ougaard Sørensen, Rúni Árting, Jørgin Bech Árting, Trygvi Bech Árting, Bogi Bech Húsgarð, Eyðfinnur Guðjónsson, Margretha Guðjónsson, Elin Mørkøre Dalberg, Annika Jespersdóttir Petersen, Hjørdis Reistrup, Rannvá Klettheyggj, Celia Molina, Tomke Schäfer, Sarah Aviaja Hammeken, Alexander Montgomery-Andersen, Sigrún Ósk, Yelena Arakelow, Gígja Jónsdóttir, Anna Guðrún Tómasdóttir, Linde Hanna Rongen, Føroya Symfoniorkestur, Hugin Vágfjall, Rannvá Tórgarð og Mie Meyle.

© 2021/ RIVA.

bottom of page