


NÚSTALGIA
Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR
Sýningar 26.-28. november í Norðurlandahúsinum
Millum heimarnar Utopia og Dystopia liggur Nústalgia – ein protopiskur heimur, har tíðin ikki er, sum vit kenna hana. Í Nústalgia er tað núið, ið ræður. Her eru smákykt og skordýr høvuðspersónar, og tað er teirra íborni vilji at liva í núinum, sum er grundarlagið undir øllum. Í tøkniligu øldini hevur menniskjað meistrað at rýma úr núinum. Burtur úr flýggjanini hava vit ment ein ósløkkiligan longsul eftir løtuni, sum vit alla tíðina missa. Í Nústalgia sleppa vit at liva í samljóði við løtuni, insektunum og hvørjum øðrum; beint her, beint nú.
Teaturkonsertin Nústalgia er ein sansalig totaluppliving eftir samtíðardansivirkið RIVA og tónleikabólkin AGGRASOPPAR. Pallverkið tekur útgangsstøði í komandi útgávuni hjá AGGRASOPPUM við sama heiti: Nústalgia. Teaturkonsertin verður ein eksperimenterandi samanbræðing av samtíðardansi, tónleiki og teaturi, ið granskar menniskjans trongd til at leingjast eftir núinum, meðan tíðin rennur undan.
Menniskjað hevur altíð leitað fram eftir tí næsta ella aftur til tað farna, og í okkara samtíð vindur rákið upp á seg. Ferðin økist, vit planleggja longri fram í tíð og skrolla gjøgnum gomul minni í royndini at halda fast í tí farna. Tað er hendan gongd, ið Nústalgia viðger í nýggju teaturkonsertini. Samstundis viðger verkið valdsójavna, náttúruoyðing og primitivar tráanir, sum allir livandi skapningar hava til felags; alt sæð úr sjónarmiðnum hjá insektum.
Báðir listabólkar arbeiða við kollektivum skapanartilgongdum og tí poetiska í menniskjans tilveru, men á hvør sín hátt: RIVA umvegis samtíðardans og AGGRASOPPAR við tónleiki og teksti. Pallverkið verður ment í tøttum samstarvi við Villiam Soo Joensen, Jón Sonna Jensen og Vinjari Egilsnes Petersen. Teir luttaka við ábyrgd fyri ávíkavíst ljós-, búna- og pallsniðgeving og ljóðtøkni. Í sýningini verður avantgarda undirgrundin samantvinnað við fólksligu listina og gevur pláss fyri tí kaotiska, ljóta, sárbæra, absurda og menniskjaliga.
Eitt verk fult av nústalgi; longsli eftir núinum.
Samtíðardansibólkurin RIVA er Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting. AGGRASOPPAR eru Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn B. Lamhauge.
Sýningar eru 26.- 28. novembur í Norðurlandahúsinum.
Les meira á: https://www.nlh.fo/fo?event=12588/nustalgia-fo
Stuðlað framførsluni hava Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið, Dansifrøi, Vestpack, Gothenburg Fringe Festival og European Festivals Fund for Emerging Artists. Stuðlað tónleikaútgávuni hava Koda Føroyar, Gramex Føroyar og Tutl.
Lýsingarmyndir: Dania O. Tausen


