top of page

hvør á kroppin á øðrum 

ein styttri trídansur eftir RIVA

d_195.jpg
d_96.jpg

Hvør á kroppin á øðrum er ein trídansur. Menningin av tilfarinum til verkið byrjaði undir seinna dansitilhaldinum hjá RIVA, ið var hildið í Styggbo, Svøríki, 8.-19. juni 2022 og íblástur kom bæði frá føroysku søgnini Risin og Kellingin og svensku søgnini Hårgadansen. Stórur dentur var lagdur á at skapa rørslur við einari neyvari ætlan handan rørslurnar, at verða umhyggin og lurta eftir hvørjum øðrum, soleiðis at hvør rørsla varðveitir sambandið millum dansararnar - kensluliga og kropsliga, og leiðir teir 3 dansararnar víðari í verkinum.

koreografi og framførsla

Anja Neukomm (CH)

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Vár Bech Árting (FO)

Endurpallset við Búa Rouch fyri Anju Neukomm.

tónleikur

"Toku" eftir Monolake / "Looming" eftir Rival Consoles

 

stuðlar

Mentanargrunnur Landsins, Nordisk Kulturkontakt, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Loftbrúgv 

hvør á kroppin á øðrum

ein trídansur og samansett sýning við sama heiti eftir RIVA

HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM vóru tvey tiltøk, ið heiðraðu dans sum listagrein við sýningum á Tjóðpalli Føroya og í SALT. Yrkisdansarar umboðaðu ávikavist Grov Productions (NO), RIVA Faroese Dance Company (FO) og DansiEksperimentið (FO). Fyriskiparar av verkætlanini var toymið handan RIVA. 

Riva_Myndir_Juli_AKHC_28.jpg

22. og 23. juli 2022 kl.19:30 á Tjóðpalli Føroya

SKRÁ

Grov Production sýnir Her Past in Their Present Now, ið er eitt samtíðar dansistykki. Verkið tekur útgangsstøði í egnum upplivingum og lívinum hjá koreografinum og er ein persónlig søga um at liva við einari kroniskari sjúku. Gjøgnum sterkar rørslur og persónligar søgur avdúka og útrykkja fimm kvinnuligir dansarar ræðslu, stress, angist, spenning og ótryggleika á pallinum. 

 

Her Past in Their Present Now

Koreografur

Brita Grov (NO)

 

Tónleikur

Recordings (by Brita Grov) / “Onward towards hope” by Cinchel / “Providence” by Groodspeed You / «Sangre y Mateo» by Murcof / «Serac» by Thomas Köner / “Subtractive Skies” by Steve Hauschildt

 

Búnar

Sang Hoon Lee (KR)

 

Ljós design

Jan Neal Holden (NO)

 

Dansarar

Robyn Holder (UK), Roskva Yasmin Andersen (NO), Sara Røisland Torsvik (NO), Simona Kortenhaus (CH) & Sophie Thorpe (UK).

Stuðlar

Arts Council Norway, Danse- og Teatersentrum / Norwegian Ministry of Foreign Affairs, Bergen Municipality, Behandling for alle, Bergen Dansesenter – kompetansesenter for dans i Vestland, co-produced by Carte Blanche - The Norwegian National Company of Contemporary Dance.

---
 

RIVA fer at sýna fram eitt stykki, Hvør á kroppin á øðrum, ein trio. Menningin av tilfarinum til verkið byrjaði undir seinna dansitilhaldinum hjá RIVA, ið var hildið í Styggbo, Svøríki, 8.-19. juni 2022 og íblástur kom bæði frá føroysku søgnini Risin og Kellingin og svensku søgnini Hårgadansen. Stórur dentur var lagdur á at skapa rørslur við einari neyvari ætlan handan rørslurnar, at verða umhyggin og lurta eftir hvørjum øðrum, soleiðis at hvør rørsla varðveitir sambandið millum dansararnar - kensluliga og kropsliga, og leiðir teir 3 dansararnar víðari í verkinum.

 

Hvør á kroppin á øðrum

Dansarar og koreografi

Anja Neukomm (CH)

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Vár Bech Árting (FO)

Tónleikur

"Toku" by Monolake / "Looming" by Rival Consoles

 

Stuðlar

Mentanargrunnur Landsins, Nordisk Kulturkontakt, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Loftbrúgv 

Filmarnir URÐ og EIR verða sýndir, ið eru eitt samstarv millum RIVA og RAMMATIK.

 

Urð og Eir

Filmar

RAMMATIK 

Rannvá Káradóttir (FO)

Marianna Mørkøre (FO)

---
 

DansiEksperimentið sýnir fram tvey stykkir. 

 

Duoin Andrea og Miran fara at sýna fram nýggja verkið ÍMILLUM, sum er eitt samstarv við danska tónlistamannin Daniel Fogh. ÍMILLUM er ein kropslig tulking av, hvussu vit sum menniskju eru bundin at hvørjum øðrum.

Disco Night er helst tað fyrsta waacking stykkið, sum verður sýnt fram í Føroyum. Stílurin er sprotin úr LGBTQ+ rørsluni í 70’unum og er ein sera fríur og musikalskur dansistílur. Í stykkinum Disco Nights er stórur dentur lagdur á tann fría og festliga partin av waacking-mentanini, har tað er lov at vera akkurát tann, ein hevur hug til.

ÍMILLUM

Dansarar og koreografi

Andrea Joensen (FO)

Miran Ugljen (BIH/DK)

 

Tónlistaverk

Daniel Fogh (DK)

 

Disco Night

Koreografur

Diana J. Hansen (FO)

 

Dansarar

Diana J. Hansen (FO)

Astrid Sten Andersen (DK)

Maria Lenau Christensen (DK)

Siw Anja T. Svendsby (NO)

Camilla Ulsakerhaugen (NO)

Marte Magnussen (NO) 

---

Stuðlað tiltakinum hava

á TJÓÐPALLI FØROYA
í SALT

26. juli 2022 kl. 19:30 í SALT

SKRÁ
 

RIVA fer at sýna fram eitt stykki, Hvør á kroppin á øðrum, ein trio. Menningin av tilfarinum til verkið byrjaði undir seinna dansitilhaldinum hjá RIVA, ið var hildið í Styggbo, Svøríki 8.-19. juni 2022 og íblástur kom bæði frá føroysku søgnini Risin og Kellingin og svensku søgnini Hårgadansen. Stórur dentur var lagdur á at skapa rørslur við einari neyvari ætlan handan rørslurnar, at verða umhyggin og lurta eftir hvørjum øðrum, soleiðis at hvør rørsla varðveitir sambandið millum dansararnar - kensluliga og kropsliga, og leiðir teir 3 dansararnar víðari í verkinum.

 

Hvør á kroppin á øðrum

Dansarar og koreografi

Anja Neukomm (CH)

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Vár Bech Árting (FO)

Tónleikur

"Toku" by Monolake / "Looming" by Rival Consoles

 

Búi Rouch sýnir fram eina nýggja solo, ið tekur støði í hansara upprunaverki frá fyrsta dansitilhaldum hjá RIVA, Risin og Kellingin, frá august 2021. Verkið er sostatt ein víðarimenning av upprunaliga tilfarinum, og hevur hann arbeitt við at samantvinna hetta við svensku søgnini Hårgadansen undir seinna dansitilhaldinum hjá RIVA, ið var hildið í Styggbo, Svøríki 8.-19. juni 2022.

 

Solo

Dansari og koreografi

Búi Rouch

Filmarnir URÐ og EIR verða sýndir, ið eru eitt samstarv millum RIVA og RAMMATIK.

Urð og Eir

Filmar

RAMMATIK 

Rannvá Káradóttir (FO)

Marianna Mørkøre (FO)


 

Gestaframførsla Hip Hop

Duett

Dansarar og koreografi

Rannvá Kleyttheyggj

Poula Dalbø

25. og 26. juli 2022 í SALT

DANSIVERKSTOVUR

 

Umframt dansisýningina verður skipað fyri eini 2-daga dansiverkstovu 25. og 26. juli í SALT. Luttakandi til hetta dansiskeiðið fáa møguleikan at ogna sær niðursett atgongumerki til sýningina.

 

Mánadag 25. juli 

7-11 ár Samtíðardansur við Vár B. Árting kl.12:00-13:00

12+ ár Samtíðardansur við Rannvá G. Niclasen kl.13:15-14:45

30+ Hip hop við Poulu Dalbø kl.15:00-16:30

 

Týsdag 26. juli

 7-11 ár: Hip hop við Rannvá Kleyttheygj kl.10:00-11:00 

12+: Hip hop Poulu Dalbø kl. 11:15-12:45

30+: Samtíðardansur við Búa Rouch kl. 13-14:30 

verkstova í SALT
bottom of page