
verkætlanir.

tveyeini.
Duettin 'tveyeini' er í gerð í løtuni og fer á sýningarferð í august sum partur av einari trýsýning í Føroyum í august 2023. Trýsýningin er ein samanseting av trimum ymiskum duettum, har reyði tráðurin er sambandið millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum, og viðgera tær evnini longsul, tráan og nærveru.
hvør á kroppin á øðrum.
HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM vóru tvey tiltøk, ið heiðraðu dans sum listagrein. Báðar sýningar vóru samansettar av longri og styttri verkum. Yrkisdansarar umboðaðu ávikavist Grov Productions (NO), RIVA Faroese Dance Company (FO) og DansiEksperimentið (FO)


Hårgadansen.
8.-19. juni 2022 skipaði RIVA fyri nýggjum dansitilhaldi í Styggbo, Svøríki, í víðari samstarv við Ehrstrand Dance Collective og Viksjöforsbaletten.
Arbeitt var við fýra stykkjum, ið øll tóku útgangstøði í svensku søgnuni Hårgasagnen og sum síðani vóru sýnd á uttandura pallinum hjá Viksjöforsbaletten.
risin og kellingin.
Fyrsta verkætlan og dansitilhald hjá RIVA var 1.-14. august 2021, ið samansjóðaði føroyskar og útlendskar yrkisdansarar. Trý nýggj verk spurdust burturúr tilhaldinum og vóru hesi sýnd í Løkshøll, Runavík. Eisini vóru tveir dansifilmar framleiddir, í samstarv við RAMMATIK. Tilhaldið nýtti søgnina handan stakkarnar “Risin og Kellingin” sum íblástur til skapandi menningartilgongdina.
