
annað virksemi.
Eitt av kjarnumálunum hjá RIVA er at fáa føroyska pall- og dansilist umboðaða í norðurlendskum og altjóða høpi. At røkka hesum eru Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting, listaligir leiðarir í RIVA, í løtuni í tveimum verkætlanarskeiðum: NB8 Nordic Circle Mentorship Program og CPH STAGE Emerging Artists/Producers Programme.
Vit ynskja at at skapa sterk og týðandi sambond við aktørar í Norðanlondum. Bæði fyri at fáa fleirir spennandi dansiframleiðslur til Føroya, og fyri at skapa møguleikar fyri føroyskar yrkisdansarar at sýna verk í útlondum. Sostatt verður dansilistin ein størri partur av føroyska listalandslagnum og sjónarringurin hjá føroyska yrkisdansaranum breiðkast. Vit ynskja at menna føroyska dansiumhvørvið og avgerandi liður í hesi hugsjón er møguleikin at savna okkum vitan frá grannum okkara í Norðurlondum.
NB8 Nordic Circle Mentorship Program.
RIVA hevur Anne Holck Ekenes, listarligur leiðari á Panta Rei Danseteater sum vegleiðara.
... nærri lýsing á veg
Leinkja: www.nb8circle.com