top of page

risin og kellingin

fyrsta verkætlanin: dansitilhald og sýning

IMG_7746.JPG

Fyrsta verkætlan og dansitilhald hjá RIVA var 2.-13.august 2021, og endaði við eini framførslu leygardagin 14.august í Løkshøll, Runavík. Hetta tilhaldið nýtti søgnina handan stakkarnar “Risin og Kellingin” sum íblástur til skapandi menningartilgongdina.

"Søgnin sigur, at tað var einaferð, at risarnir í Íslandi vóru so øvundsjúkur, at teir gjørdu av at teir vildu taka Føroyar. Sostatt vórðu risin og kellingin (í summum førum kona hansara) send til Føroya at taka tær við sær til Íslands.
Tey komu fram á fjallið Eiðiskollur, og meðan risin bíðaði í havinum, klintraði kellingin upp á fjalli við einum tungum reipi at knýta oyggjarnar saman við, soleiðis at hon kundi skumpa tær á bakið á risanum. Men tá ið kellingin táttaði í reipið, kleyv norðari parturin av fjallinum. Eftirfylgjandi royndir miseydnaðust eisini og tey bæði stríddust alla náttina; men fjallið varð ikki til at flyta.                
Um sólin sær á ein risa ella eina kelling, verða tey gjørd um til stein. Meðan parið framhaldandi stríddist við at flyta oyggjarnar, løgdu tey ikki merkis til tíðina sum fór, og tá dimmalætting kom við teimum fyrstu sólstrálunum, vórðu tey bæði gjørd um til stein á staðnum. Og har hava tey staðið síðan og start tvørtur um havið til Íslands."


Umframt sýningina samstarvaðu vit við Rammatik til tess at framleiða ein dansifilm við útgangsstøði í tilfarinum, ið varð gjørt undir tilhaldinum. Fylg okkum á okkara sosialu miðlum, fyri at fáa nærri kunning um nær filmurin verður útgivin.

12 dansarar og koreografar vóru við í hesi verkætlan, umframt eitt framúr føroyskt toymi.

Julia Ehrstrand

dansarar
Vár Bech Árting (FO)

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)

Búi Rouch (FO)

Marta Bianchi (ITA)
Facundo Ebenegger (ARG)
Hannah Maria Wimmer (AU)
Theresa Fervers (DE)
Caroline Blomqvist (SE)
Marte Hagland (NO)
Anja Neukomm (CH)
Elias Said Wilstrup Saleh (DK)

 

koreografar
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)
Julia Ehrstrand (SE)
Búi Rouch (FO)

             

dramaturgiskur leikstjóri Annfinnur Heinesen (FO)
venjingarleiðari Katya R. D. Nielsen (FO)
klædnasniðgevi og pallmynd Maria Ipsen (DK)
filmsfólk Rannvá Káradóttir & Marianna Mørkøre (FO)
myndatøka Lydia Hansen (FO) og Gwenaël Akira Helmsdal Carré (FO)
ljóðfólk Baldur Meitil (FO)
ljósfólk Villiam Soo Joensen (FO)
tónleikarar Sakaris Emil Joensen og Janus Rasmussen (FO)

framleiðsla Rúna Volmarsdóttir Højgaard (FO)

samstarvsfelagi og stuðul
Gunn Hernes, Norðurlandahúsið

bottom of page