top of page

verkstovur og undirvísing

RIVA bjóðar undirvísing fyri áhuga- og yrkisdansarum, millum annað í samtíðardansi, partnara- og gólvarbeiði, eins og verkstovur í koreografi og rørsluskapan við støði í verkum teirra. 

Ein eyðkendur RIVA tími byrjar við einari støðugt vaksandi upphiting, við tíð til at savna seg um at vekja liðir, vøddar og sinn, áðrenn rørslurnar líðandi gerast meira dynamiskar.

Síðani verður arbeitt við at gerast trygg/-ur við gólvarbeiði, gjøgnum eina gólvfrasu, har bulurin og tað at finna ein flótandi samanhang frá einari rørslu til aðra, eru í miðdeplinum. 

Seinna helvtin leggur dent á at flyta seg meira í rúminum. Grundrørslur, ið ferðast tvørtur um gólvið, verða gjøgnumgingnar og nakrar grundreglur í at arbeiða saman verða royndar. Tímin endar við einari dynamiskari samanseting, ið samantvinnar tað, ið hevur verið gjøgnumgingið í undirvísingini.

RIVA leggur stóran dent á, at tað skal verða pláss til at tillaga rørslur alt eftir hvat hvør einstakur hevur tørv á.   

bottom of page